Vælkomin til Gongumaður Á veg við Karl.

 


Frá hugsan til veruleika.

Í nógv ár havi eg gingið við einum dreymi, sum spakuliga tók skap og festi seg í mær og til síðst gjørdist ómøguligur at yvirhoyra.

Hetta var ikki ein bráðfeingis avgerð, men úrslitið av einum tanka, sum hevði fylgt mær stóran part av mínum lívi. Í 2024 fór eg á mína fyrstu pílagrímsferð. Eg gekk tann Franska vegin Camino Francés. 



Hvar byrjaði dreymurin.

Eg veit ikki heilt, nær hugskotið fyrst kom. Men eg minnist væl, hvussu Ingrid Sondum einaferð tosaði um at ganga Caminoen. Seinni, tá eg flutti til Danmark í 1990’unum, fortaldi ein lærari mær, at hon sjálv hevði gingið túrin. Hesar søgurnar festu seg. ein tanki fór í gongd ein tanki, sum aldrin slepti mær.




Tá lívið kemur í vegin.

Sum so ofta í lívinum vóru umstøðurnar ikki tær røttu. Dreymurin varð lagdur til viks, men ikki gloymdur, àrini gingu. Eg fylti 50, skuldi eg ganga Camino, skuldi tað vera nú.






Caminoen okt-Nov. 2024.

Í oktober 2024 stóð eg í Saint Jean Pied de Port. Klárur at taka fyrsta fetið. Eg havi roynt nógv í mínum lívi, men ongantíð áður havi eg verið so nervøsur og bangin. Kortini fór eg av stað,Fet fyri fet. 

À leiðini møtti eg fólki úr næstan øllum heiminum. Samrøðurnar vóru nógvar, og ein spurningur kom aftur og aftur: “Hava tit eisini ein pílagrímsveg í Føroyum?” Eg kundi ikki svara ja. Men eg kundi fortelja, at fyrr í tíðini gingu fólk um fjøll og dalar fyri at koma í kirkju. 




Ein nýggjur spurningur.

Tá eg kom heim aftur, slepti spurningurin mær ikki: Hví er eingin pílagrímsvegur í Føroyum? Í 2025 var eg í Føroyum og tosaði við fólk og Prestar um hugskotið. Samstundis fór eg sjálvur í gongd við at kanna møguleikarnar. Spakuliga vaks tankin frá einum dreymi til eina verkætlan. 

Frá kirkju til kirkju. So í dag arbeiði eg við eini ætlan: Ein gongutúrur frá kirkju til kirkju. Alt er enn í menning. Men eins og á Caminoini byrjar alt við fyrsta fetinum, og hetta er mítt.