1. partur: Suðuroy frá Sumba til Sandvík.

 


1. Dagur Sumba til Víkarbyrgi.
 Akrar, Lobra. 

Eftir ætlan skuldi eg genga til Akrar frá Sumba, men valdi at stega í Víkarbyrgi, tí at mjørka og regn skuldi vera á veg. Tá eg kom til Sumba, fekk eg at vita at eg skuldi ringa til Dánjal Petur Djurhuus, sum kundi fortelja um kirkjuna og søger um Sumba.

Dánjal Petur Djurhuus.

Tað var eitt godt prát eg fekk frá honum og vildi yngst at eg hevði meiri tíð at práta við han. Frá Sumba leggja eg leiðina úr Sumba, møtti eg bóndan sum eg ikki fekk navni á og han var ein góð hjálp at vísa mær vegin og hvar eg skulda ansa mær tá eg kom niðan á. Tí vindurin kunde veri harður. Tað var eitt sindur tung at koma til Víkarbyrgi, tí tað til tíðir bratt og lest lendi.


Altertalvan í sumba eftir blindbóndi úr stóru Dímun

Eg fór niðan móti Beinisvørð, har útsýnið letur seg upp vítt og opið, við havið liggjandi langt niðanfyri og landið strekt út í allar ættir. Ferðin fylgir gomlum slóðum, sum mangan hava verið gingnar fyrr, av fólki á ferð, í arbeiði og í bøn. Har er godt útsýni, norðureftir til Lobra, so víðari til Víkarbyrgi 

Sumbiar kirkja 

Víkarbyrgi og Hamrabyrgi, mótsettu megin ánna. Har skuldi vera ein leivd av eini kirkja og kirkjugarður var, frá fornari tíð. Sagt verður, at svartideyði var orsøkin til, at staðið varð latið aftur, og at ein kvinna, sum æt Sneppan í Hamrabyrgi, var tann einasta, sum yvirlivdi. 


 Svartideyði í 1349, ein kvinna livdi eftir.
Hon nevndist Sneppan í Hamrabyrgi.

Í dag eru ikki fastbúgvandi, men bert summarhús og onkrar leivdirnar av teimum niðursetubygdum, sum einaferð vóru heim og lív fyri fólk, ið livdu tætt at náttúruni og treytaðu á hennara treytir. So eg fór oman i fjøruna,har eg kundi kroka fyri regninum, so ringa eftir einum taxa koyra meg til staði har eg skuldi sova. Tá eg kom til Tvøroyri sá eg at eg hevði gloymt at sløkt GPS so rutan vísta veg til Tvøroyri. 

Taxa v/Bjaki Berg 211210 


2. Dagur Víkarbyrgi. Akrar, Lobra, Vágur, nes, Porkeris, Hov.

Dagurin byrari seitni enn planlagt, tí at eg hevði feil bílagt har eg skuldi sova, so í staði fyri at sova í Vágur, endaði eg í Tvøroyri, so var tað túrin frá Sumba bleiv longri pá grund av GPS sum eg kundi ikki broyta túrin ella sletta han. So eg má nok eina ferð fara og genga túrin um aftur.

Tá eg skuldi taka bussin til vágur, so var tað var ikki nakur bussur som koyrdi, so mátti ringa til Bjarki Berg taxa, sum var ein góð hjálp. Veðrið var gott og soleiðis skal tað vera restina av degnum, eg fekk eitt godt prát við bilførian um Víkarbyrgi, tá folk búðu har. 

Han setti meg av og stó eina løtu og hugdi á korti og hvar vegur gekk. Har er tveir vegur úr Víkarbyrgi, ein er úti í tann gamla torvhagan, hin gekk beint under tann gamla vegin, men nú er han vekk, so tað efter vatnbrunnin, í svingium han er. Leiin úr Víkarbyrgi er nem, men varðarnir er lágir og ikke lættir at síggja teir. Lendi er bleyt so tað so følis tungt at ganga, tá man kemur niðan á er slætt og tað sæst lengt í góðum veðri.
Bjarki fortaldi om eina konu, sum búði í Víkarbyrgi sum kundi síggja hvat klokkan á kirjuni í Vági, tá hon stóð á Akrarvegur (staðarnavn).  


Kirkjan á Leiti 


Eg hevði ring til deknin, at læta upp fyri mær, so eg kundi inn og siggj kirkjuna. Tær flestu kirkjur í Føroyum er nú læstar, so kan man ikke bara fara inn og njóta tær. Ella sita í tøgn ella bøn, eg haldi tað er eitt sindur syrgligt tað er so.

Skúlin er nú stongdur so bert kirkjan er har, tað plagdu at vera nakrar skjótihurðar sum býttu kirkjuna og skúlan. tør er nú vekk. Bygningurin vísir eisini, at hann ikki verður brúktur sum skúli longur.


Skúlastovan er nú kirkju rúm


Eg haldi at tað er harmiligt, bygningurin er tómur, hann hevði riggað fínt sum eitt stað sum pílagrímsferðir kundu verið gjørdar frá um hann varð umvældur, kommununa eigur bygningin. 

Sjálvt um veðrið hevði verið fínt, sást tað klárt, tá eg fór niðan á Akar. Kom eitt hegling/regnal á meg. Tað er sjarman í føroyska veðrinum, so tað var gott, at eg kundi skifta klæðir um í kirkjuni, so sita eina løtu einsamallur í tøgn eina løtu.  


Vágs kirkja
                                              
Komin til Vágs kirkju, kom Ulla Bærentsen og lat meg inn í kirkjuna, so vit fingu eitt langt prát um kirkjuna og hennara lív og søgu, og eg fekk eisini eina frágreiðing um mína verkætlan. sum eg nokk fari at skriva eitt sindur meira um eina aðru ferð. Síðani mátti eg fara víðari og helt eg gloymdi at siga henni, at eg ikki fekk fatur á kórinum degn Porkeris.

Jákup Dahl

Úr Porkeris kirkju sá eg, at tíðin rann undan hjá mær, so tað gjørdi tað ikki lættari, at eg rendi á ein bónda í Porkeri, sum júst hevði verið úti og fiskað. Hann segði mær frá familjubønum og hvussu nógva jørð tey høvdu og hvussu tey skuldu arbeiða við tí. Vit tosaðu eitt sindur um framtíðina hjá føroyskum landbúnaði, serliga í Suðuroynni har bæði svínahald og neyt hava verið. Nú var tað bara seyður og gæs, eins og øll hini støðini laksaaling.


Sólin var farin at seta, tá eg fór frá honum, við nógvum tankum í høvdinum og um framtíðina hjá oynni og føroyingum. Vegurin var eitt sindur brattur oman til gamla vegin, har eg skuldi yvirnátta í húsinum Hov, sum Gestablídni átti.

Vegurin niðan til Hovs var á gamla vegi, sum nú varð yvirtikin av gæs og seyði, sum fylgdu mær nærum allan vegin niðan til núverandi heilsuskúlan, sum tey høvdu bygt. 

Tá eg kom nærhendis Hov var Delmar Tausen við at fóðra seyð sín, hann spurdi meg hvat eg gjørdi og hvar eg fór, eg má siga beinanvegin at eg hevði onga hóming av hvør hann var fyrr enn nú eg siti her og skrivi dagbókina. 

Men hann bjóðaði sær at lata kirkjuna upp og siga mær frá henni, eins og hann arbeiddi í kirkjuni og var í kirkjuráðnum. Steðga á, tað var so vakurt at vera í tí eitt kvøldið, myndin er á Instagram. Vit høvdu eitt langt prát um kirkjuna og annað, eg vil bara siga stóra tøkk fyri at tú tók tær tíð at vísa mær kirkjuna og fortelja mær frá henni.


3. Hov, Øravík. 

Eftir tann langa gongutúrin í gjár, var gott at veðrið var eitt sindur ringt, sum skuldi halda fram til seinnapartin. So eg hevði nokk av tíð at strekkja beinini og hvíla meg, áðrenn eg fór víðari.

Eg var eitt sindur í eini tvístøðu, um eg skuldi halda fram eftir gamla bygdavegnum, ella skuldi fara oman og ganga gomlu slóðina til Øravíkar. Av tí at eg ikki eri so forkunnug við staðin, valdi eg at taka gamla vegin, tí eg vildi ikki risikera at standa fastur í mjørkanum ella vindinum.

Eydnan var við mær, tá eg hugdi yvir Hovstúgvu var sólin høgt á himlinum og vindurin var doyvdur niður, so eg sá lítlu Dímun, Tvøroyri og Froðba. So nú aftaná angraði eg, at eg ikki fór á gomlu leiðina, tí veðrið ikki var so ringt, sum eg hevði væntað. 

So eg ringdi til Katrin sum hevði lykilin til bønhúsið í Øravík og segði eg var á veg. Hon skuldi lata hurðina upp og eg skuldi ringja tá eg var liðug í húsinum, so skuldu tey koma og læsa hana aftur.

Bønhúsið í Øravík hevur altíð virkað serligt fyri meg, eg veit ikki hví. Men tað kundi verið, at tann søguliga søgan, sum hevur verið fortald um Øravík og handilsvinnuna har, einaferð var har. Men tað mást tú sjálvur lesa um við at trýsta á leinkjuna undir myndini.

 

4. Øravík, Fámjin, Tvøroyri.

Eftir ein stuttan dag í gjár, og góðan náttarsvøvn á Øravíkar hotellinum. Var eg var klárur til ein sindur longri dag og møguliga eitt sindur avbjóðandi. Tað eru tvær leiðir úr Øravík, eg kundi ganga ígjøgnum dalin og oman á Tvøroyri, men eg skuldi fyrst til Famjins, so eg mátti fara yvir um Øraskarði og ganga eftir tí gamla vegin. Hetta er eisini har eg fari frá suðuroyar sunnara prestagjald til norðara prestajald. Sjálvt um Suðuroy er lítil, so er hon býtt upp í tvey kirkjuøki. 

Øravík komoot

Tá eg fór úr bygdini, stóð eitt skelti um gonguteigin út úr bygdini og ein søga um umráði. Eg sá longu, at mín komoot GPS leið ikki passaði heilt við kortið, so eg mátti hyggja at Topo GPS fyri at vita, um tað var tann gamli vegurin upp. Nú tunnil er til Fámjins er komin, so ber eins væl til at ganga eftir gamla vegnum, sjálvt um tað er eitt sindur longri at ganga. Tann gamla slóðin og jørðin eru sera bleyt at ganga á. Tá tú fert yvir Øruskarð er tað eitt sindur bratt, so tú mást ansa eftir, um tú fylgir gomlu leiðini niðan, tí eg hevði eitt sindur av mjørka og vindi, tá eg kom upp, sum eg ikki hevði roknað við, at tað fór at vera, tí eg var eg eitt sindur blendaður av útsýninum og helt ikki eyga við, hvar eg gekk tá var líka við eg glei oman av. 


Fámjins kirkja

At koma niðan á og síggja til Fámjins er eitt sindur serstakt og at hyggja niðan í bygdina og Kirkjuvatn og út yvir fjørðin síðani at síggja sólina koma úr skýggjunum, var bara ein deilig sjón. Fámjin er ein av fáu kirkjunum, sum hava opið um dagin, orsakað av fyrsta føroyska flagginum, sum hongur har. 


Merkið

Fámijin hevur eitt fínt alment wc, tá eg kom har var team rynkeby har og hevði ein íhald, so har fekk eg eitt gott prát við tey. So for eg at skifta klæðir og seta meg niður og fáa okkurt at eta og gera meg kláran at ganga tað seinasta pettið oman á Tvøroyri. Hvat skuldi vísa seg at vera eitt sindur meira avbjóðandi enn væntað, lendi er bleyt at ganga á og har leiðin gekk upp var dottin niður. Eg føldi meg eitt sindur ørkymlaðan, tá eg fór upeftir. Tá eg kom up og gekk niðan efter. kundi eg hyggja niðan í dalin til Øravíkar, har eg hevði yvirnátta og hvar eg var farin upp og sá nú, hvussu bratt tað var. 


Team Rynkeby Føroyar


Eg hevði nokk verið órógvaður aftur av útsýninum har, so eg sá, at eg var farin eitt sindur av vegnum og mátti koma aftur á rætta kós. Tá ið eg komi á oyrnaskarð, gongur annar vegurin inn á Trongisvági og hin Líðin/Tvøroyri. Eg síggi nú aftaná, at eg skuldi verið farin inn á Trongisvág eins og slóðin er minni bratt niðan enn tann til Tvøroyrar.

Tvøroyrar kirkja


Komin til Tvøroyrar, fyrsta stopp var á bensinstøð har eg fekk mær drekka og eta. so viðari til gistingarhúsið í miðbrekku, at gera meg kláran at hitta Jónsvein Bech í Tvøroyrar kirkju. Tað var ein fantastisk søga um hansara arbeiði sum prestur, eins og um kirkjuna, vit kundu nokk hildið áfram við prátinum alt kvøldið. 

Jónsvein Bech. 

Hann fortaldi mær, at hann hevði gjørt pílagrímsferðir úr Øravík og har fekk eg nógva nýggja vitan um staðið og søguna, sum staðfestir júst hvussu nógva søgu Sudrø hevur og hvussu lítið hon er varpað ljós á og brúkt. So kundi Sudrø sigast at blíva eitt stað fyri pílagrímsgongu har tað skuldi vera ein søgulig frásøgn frá tí munkar komu har til nú. Kvøldið endaði við bøn og signing, sum eg var takksamur fyri.

Kvøldi enda við bøn og signing.


5. Tvøroyri, Hvalba, Sandvík.

Eftir góðan náttarsvøvn var prátið við Jónsvein Bech sera klárt í mínum hugaheimi. Hansara søga hevði givið mær nógva nýggja vitan um Føroyingasøgu, sum eg ikki kendi og nokk noyðist at lesa um onkuntíð. Fyrsta steðgið var bakarin, síðani út móti Trongisvágur, so eru tveir vegir úr Tvøroyri og so aftur ein brattur vegur. So kemur tú til Mannagjógv, og longri uppi koma teir gomlu telefon pelar fram og gomlu varðar, sum ein perlustrengur. Útsýnið er fantastiskt og eg hevði ringt við at halda fokus á hvar eg skuldi ganga, á tí eini síðu hevði eg Tempelsklettur, sum eg fyrst helt vera klett, sum er fjallið. Hini síðani var tað Rossaklettur, so niðri í dalinum Vatnsdali og útsýni yvir Lítlu Dímun og Stóru Dímun, og Skúvoy og Sandoy eystanfyri. Vestanfyri sæst ein partur av bygdini Hvalba. 

Ùtsýni yvir Lítlu Dímun og Stóru Dímun.


Eg mátti eisini ansa eftir, tí sambært gomlum søgum eru steinarnir Sigmundarsteinar, eisini nevndir Sigmundur, Tórir og Einar. Tað er nakað við ikki at sleppa ímillum tey. Antin eldist tú skjótt á staðnum, ella livir tú ikki fyri at síggja árið. Tað sigst, at Sigmundur Brestisson bar steinarnar hagar oman.Útsýnið frá hesum økinum er stórbært. 

Hetta var nokk eitt av støðunum á suðuroy, sum eg helt nokk vera ein duldur gimsteinur, sum tey flestu, sum nokk ikki verið og sæð tað. Sólin var nú høg og eg hevði avtala við at hitta prestin í Hvalba, so eg ringdi til hansara og segði, at eg var á veg.


Tá eg nærkaðist Káragjógv har søgan um Kára prest datt av hestum i gógvina. Var eg glað fyri, at tað ikki hevði regnað, tí tað er eitt stað, sum tú skalt vera varin við ganga, tí steinarnir kunnu vera hálir at ganga á, vindurin hevði tikið seg upp, so eg mátti traðka varliga, so tað ikki fangaði meg og dró meg við sær. Tá eg kom niðan úr Káragjógv, var vindurin doyvdur eitt sindur og eg kundi nú ganga av Nesi til Hvalba har prestur bíðaði eftir mær. 

Hvalbiar Kirkja

So tað var gott at hvíla seg í kirkjuni, men prestur greiddi mær frá kirkjuni og hennara søgu. Tað mest spennandi í kirkjuni var ein Sálmabók, sum var bjargað frá nøkrum róðrarbátum, sum holvdu í bygdini fyri nógvum árum síðani, Brævi som lá vi henne stoy at hon hevði veri 2 ferði í Føroyum, Libya. Persien/Iran, Bangladesh/øst Pakistan, Nigeria1ferð og so klitmøller, til at hon kom hertil. 


Sálmabókin við eini søgu.

Eg hevði ætlað mær at steðga á til dagin í Hvalba, men prestur og eg vóru samd um, at veðrið nú var so gott, at eg eins væl kundi hildið víðari til Sandvíkar. Eg kundi føla, at mínir føtur ikki vóru í samsvari við ta avgerðina, men vit avtalaðu, at hann skuldi ringja til teirra í Sandvík og siga, at eg var á veg.

Hanus Pál Jógvansson prestur.


Síðani fór eg yvir í matvøruhandilin og keypti mær okkurt at eta og drekka, so hvíldi eg meg bara í hálvan tíma og hugdi í kort og rutuna. Eg hevði fingið at vita, at eg ikki skuldi taka vegin longur inn, tí har var ein gjógv, sum ikki var læt at síggja og fólk vóru dottin í hann. Tá sá eg, at tað var bratti vegurin oman og niðan aftur til Sandvíkar. Tad var tungt at fara upp og visti ikki hvar leiðin heilt var, tí ongin  varðinar var fyri enn tá eg kom longur niðan. Tad var fantastiskt flot at síggja alla leiðina til sunnara helvt af suðuroy til norður til hinar oyggarnar. Ímynda tær, at ein spanskur pílagríms camino kundi bjóða eitt slíkt útsýni og ikki minst ein slíkan gongutúr.

Hvalba til Sandvík komoot


Eg kundi føla, at kroppurin var troyttur eftir hesar dagarnar við at ganga. Á veg niðan til Sandvíkar misti eg slóðina har varðinar skuldi vera. Eg sá í í bakgrundini at nøkur myrk skýggj komu og líka væl hevði við sær vind, hegling og regn, so fekk nógv at stríðast við. So tað var ein lætti at komin oman á slætt, tá tann sísti petti av túrur inn til Sandvík. Tá eg kom inn til kirkjuna, kom Dion Lagfoss og spurdi hvat eg hevði verið uppá við hesa ferð. Hann hevði sitið har heima við kikaranum og fylgt mær næstan allan vegin niðan til Sandvíkar og hevði nokk fingið eitt gott flenn burtur úr mær.

Tá regni kemur óvanta.


Hann opnaði kirkjuna og segði mær eitt sindur um hana og umvælingar, sum tey gjørdu við hana, ja eg skal ikki fara í smálutir um tað, hann segði, eg má siga, at eg fekk í øllum førum eitt flenn burturúr fólkunum, sum ætlaðu umvælingina av kirkjuni. 



Sandvíkar kirkja

Nú stóð eg har í Sandvík og hevði gingið alla oynna uppá 5 dagar, nógv skjótari enn væntað, eg hevði sett 14 dagar av til túrin og nú var eg liðugur uppá 5 dagar. Ja, tad eru folk sem keyra eyjuna a 12 tima, eg held ad eg hafi heyrt teir segja mer thad. Oyggin er umleið 42 km long, eg gekk niðan í hvørja bygd og kirkju so eg mátti ganga tvífalt so nógv. Men nú var túrurin liðugur og eg mátti fara aftur við Smyrli. Eg segði við Dion Lagfoss, at eg skuldi ringja til ein hýruvogn, men hann segði seg gjarna vilja koyra meg, so eg takkaði honum fyri tilboðið. Síðani spurdi hann, um eg var svong, so eg kundi fáa okkurt at eta, áðrenn eg fór í ferjuna. So ein stór tøkk til Dion Lagfoss fyri hansara gestablídni og at koyra túrin.


takk fyri gestablídni

Niðurstøðan fyri fyrstu túr.
Niðurstøðan fyri fyrstu túrin er, at Suduroy helst kann vera eitt gott útgangsstøði at gera pílagrímsferð, við fleiri túrum við skiftandi torleika og frásøgn av føroyskari søgu og oynni.

til minnis um Sigmundur Brestisson


Tað er nokk upp til tann einstaka, ella felagið, um tey vilja leggja sína orku í tað, so hjartans tøkk fyri tykkara gávumildni og hjálp. Eg fari nokk aftur til Suduroy og kanna enn meira, tí eg dugi at síggja, at oyggin hevur nógv meira at bjóða, enn eg hevði væntað.


Frá kirkju til kirkju À túr við Karl