Gongu verkætlan

 

Gongu verkætlan.

Kirkjuleiðin er fyrsti partur av eini størri gongu verkætlan, at ganga frá kirkju til kirkju. Sum tekur støði í Sumba. Leiðin byrjar við kirkjuna í bygdini, við bøn, syngja ein sálm, andakt. so ganga vit norður eftir. 





Tað eru tvær kenddar slóðir út úr Sumba, men ikki allar partar av leiðini eru nágreiniliga skrásettar. Tí verður dentur lagdur á samráð við staðkend fólk. Planlegging verða eisini brúkt talgild amboð, so sum Komoot, Topo GPS, hikewithpol.fo og foroyakort.fo, við atliti til at finna og fylgja gomlum bygdarleiðum.



Leiðin verður gingin sum ein royndartúr, og verkætlanin verður ment leypandi. Bloggin verður brúktur sum arbeiðs- og samskiftispallur, har túrar, royndir og tillagingar verða savnaðar og dagførdar.

Verkætlanin hevur ikki sum mál sjálv at skráseta søguligar upplýsingar ella staðarnøvn.
Í staðin verður dentur lag
dur á munnligar frásagnir frá lokalum fólki, sum kenna økið.



Suðuroyar søga er bæði dramatisk og mangløg, og tað kennist tí næstan sjálvsagt, at ferðin byrjar júst her. Landslagið og søgurnar liggja tætt, og hvør steinur tykist hava okkurt at fortelja. Samstundis er neyðugt ikki at taka ov nógv við sær, hvørki á leiðini ella í frásøgnini. Tí haldi eg meg til tað einfalda. 




Sambært søguligari frásøgn búsettust munkar í Føroyum í síni søking eftir einsemi og isolatión. Teir slógu seg niður á oyggjunum út fyri Suðuroy, har náttúran var rá, og stillið kundi hoyrast. Hesa søgu taki eg sum útgangsstøði Tá eg hugsi um munkarnar, síggi eg ikki bara eina søguliga hending, men eisini eina menniskjaliga longsul. Ein longsul eftir at taka seg burtur frá óljóðinum, krøvunum og ferðini í gerandisdegnum. 



Ein pílagrímsferð er ikki bert ein fysisk ferð frá einum staði til ein annan. Hon er eisini ein innari ferð, ið fevnir um likam, sinn og sál. Tá eg gangi, kennir likamið mótstøðu og troyttleika, men samstundis letur tað hugan upp. Tankar, sum annars verða doyvdar av dagligari ferð, koma fram, og eg verði noyddur at møta mær sjálvum, sum eg eri uttan skermar, uttan undanførslur.

Fyri meg er tað ikki avgerandi, um pílagrímsferðin verður gingin eftir einum greiðum kristnum vegi ella einum meira spirituellum. Tað týdningarmikla er, at ferðin gevur rúm fyri eftirhugsan og broyting. At eg undirvegis kann sleppa tí, sum tyngir, og kanska finna nýggja meining í tí, sum eg beri við mær.

Á sama hátt sum munkarnir søktu út í ókend lond fyri at finna frið, søki eg á mín egna hátt eftir stilli og greiðleika. Og kanska er tað júst har, í gongdini sjálvari, at svarið liggur. Ikki við ferðamálið, men við hvørt stig, hvønn anda og hvørja stilla løtu á leiðini.